Framskunda skattauppgerð
og Kapitalvinningsuppgerð 2009
- Er alt við? Framskunda Skattauppgerð og Kapitalvinningsuppgerð
- Er alt rætt? Framskunda Skattauppgerð
- Er alt við? Kapitalvinningsuppgerð
- Fylgibræv til Framskundaðu Skattauppgerðina
- Barnafrádráttur á Framskundaðu Skattauppgerðini
- Eftirlønarfrádráttur á Framskundaðu Skattauppgerðini
- Inntøka, ið stavar frá eftirløn í útlandinum
- Avgjaldsskyldug eftirløn
Øll, sum fáa Framskundaða Skattauppgerð og Kapitalvinningsuppgerð, skulu kanna eftir, at alt er talt við í skattskyldugu inntøkuni.
Um tú hevur fingið eina bláa Framskundaða Skattauppgerð 2009, hevur tú eisini fingið eina Kapitalvinningsuppgerð 2009.
“Er alt við ?”
- um tú hevur inntøku, frádrátt, vinning, hall ella annað at fráboða, sum ikki er á Framskundaðu Skattauppgerðini ella á Kapitalvinningsuppgerðini – skalt tú lata Sjálvuppgávu inn – tú finnur grøna skjalið her
- um tú hevur aðrar inntøkur og/ella egið virkið, so hevur tú roknskap at viðleggja Sjálvuppgávuni
- um tú hevur uttanlandsinntøku at fráboða, skal reyða Fylgiskjalið fyllast út og leggjast saman við Sjálvuppgávuni – tú finnur reyða skjalið her
- Kapitalvinningssjálvuppgávan er partur av grønu Sjálvuppgávuni
Sjálvuppgávan kann latast inn umvegis eSkatt.fo., men hevur tú uttanlandsinntøku, skal henda sendast antin sum fíla til 2009@taks.fo ella við posti til TAKS, Kvíggjartún 1, Postrúm 2151, 165 Argir.
Kunna teg um innlatingarfreistirnar sum eru 15. mars 2010 og 3. mai 2010.
Meira fæst at vita undir punktunum Uttanlandsinntøka her og Vinnurekandi her eisini í serligu kunngerðini her
Á“Vegleiðing til at geva upp skatt 2009” her fært tú svar uppá spurningar um Sjálvuppgávuna og Kapitalvinningssjálvuppgávuna.
< Aftur til yvirlit
“Er alt rætt ?” - Framskunda Skattauppgerð
Tað er føroyski arbeiðsgevarin, pensjónsveitarin og eftirlønarveitarin sum hevur latið TAKS allar forprentaðu upplýsingarnar á Framskundaðu Skattauppgerðini.
Er feilur í upplýsingini um:
- Løn, fríðar ágóðar og veitingar - skal tú venda tær til arbeiðsgevaran
- Pensjón - skal tú venda tær til Almannastovuna
- Gjald til eftirløn - skal tú venda tær til eftirlønarveitaran
Arbeiðsgevarin, Almannastovan og eftirlønarveitarin boða síðani TAKS frá um rættingar.
Um tú er skrásettur við barnafrádrátti, er p-talið hjá barninum/børnunum forprentað á Framskundaðu Skattauppgerðina.
Um børn mangla á Framskundaðu Skattauppgerðini, ella um børn eru skrásett, sum tú ikki hevur rætt til barnafrádrátt fyri, skal tú lata Sjálvuppgávu inn. Tá er lætt við eSkatt.fo
< Aftur til yvirlit
“Er alt við ?" - Kapitalvinningsuppgerð
Saman við Framskundaðu Skattauppgerðini hevur tú móttikið eina Kapitalvinningsuppgerð.
Forprentaðu upplýsingarnar á Kapitalvinningsuppgerðini hevur TAKS fingið frá peningastovnunum.
Tað kunnu verða upplýsingar um rentuinntøkur, vinningsbýtið og skatt av hesum.
Upplýsingarnar, ið eru prentaðar frammanundan skulu eftirhyggjast.
Hevur tú aðrar upplýsingar at leggja afturat, sum t.d.: Tap ella vinning við avhending av viðrisbrøvum/partabrøvum, rentuútreiðslur av láni til keyp av partabrøvum ella hall frá eldri árum, skal tú lata Sjálvuppgávu inn. Tá er lætt við eSkatt.fo
< Aftur til yvirlit
Fylgibræv til Skattauppgerðina
Um tú á Framskundaðu Skattauppgerðini hevur upplýsingar um eftirløn, ella um tú á Kapitalvinningsuppgerðini hevur upplýsingar um vinningsbýtið, so hevur tú eisini fingið eitt Fylgibræv til hesar skattauppgerðir.
Á Fylgibrævinum er upphæddin, sum tín arbeiðsgevari hevur goldið til samlagstrygging av óskattanum peningi, útgreinað. Hendan upphæddin er skattskyldug og er hon tikin við í skattauppgerðini.
Inngjøld til eftirløn eru greinað á Fylgibrævinum. Á fylgibrævinum stendur eisini um arbeiðsgevarin ella løntakarin hevur goldið eftirlønina.
Um løntakarin hevur goldið til eftirlønina, verður upphæddin flutt á Framskundaðu Skattauppgerðina, í teig 310. Upphæddin gevur rætt til skattafrádrátt – tó í mesta lagi kr. 50.600.
Um tú hevur goymd virðisbrøv í føroyskum peningastovni og hevur fingið vinningsbýti frá føroyskum ella útlendskum felag í 2009, verður hetta upplýst í fylgibrævinum
Er vinningsbýtið útgoldið frá føroyskum felag, er hetta sett í teig K5 á Kapitalvinningsuppgerðini.
Er vinningsbýtið útgoldið frá útlendskum felag, er hetta sett í teig K6 á Kapitalvinningsuppgerðini.
Goldin skattur av vinningsbýti frá føroyskum felag verður settur í teig K21 á Kapitalvinningsuppgerðini.
Goldin skattur av vinningsbýti frá útlendskum felag verður settur í teig K22 á Kapitalvinningsuppgerðini.
Legg til merkis! Hóast goldin skattur av vinningsbýti frá útlendskum felag er hægri enn 15%, so kunnu bert 15% dragast frá á Kapitalvinningsuppgerðini. Eftir umsókn til útlendska skattavaldið ber til at fáa munin endurgoldnan. Nærri vegleiðing um umsóknarblaðið fæst frá peniningastovnunum ella frá TAKS.
< Aftur til yvirlit
Barnafrádráttur
Foreldur við fullari skattskyldu og føstum tilhaldi í Føroyum, og sum hevur foreldramyndugleika yvir barni, hevur rætt til barnafrádrátt fyri barn, ið ikki er fylt 18 ár innan 1. januar 2009.
Um barnið ikki býr hjá tí persóni, sum hevur foreldamyndugleikan, kann barnafrádrátturin veitast tí persóni, sum hevur barnið búgvandi.
Barnafrádrátturin dettur burtur, tá barnaverndarnevnd hevur tikið umsorgan av barninum.
Hjá sambúgvandi hjúnum er barnafrádrátturin hjá manninum, um tey í felag ikki hava avgjørt annað.
Skal barnafrádrátturin flytast, skal skrivlig umsókn latast TAKS. Umsóknin skal vera undirskrivað av báðum pørtum.
Um tú er skrásett/ur við barnafrádrátti, er p-talið hjá barninum/børnunum forprentað á Framskundaðu Skattauppgerðina.
Um børn mangla á Framskundaðu Skattauppgerðini, ella um børn eru skrásett, sum tú ikki hevur rætt til barnafrádrátt fyri, skal tú lata Sjálvuppgávu inn við P-talinum á barni/børnum, sum tú tú hevur rætt til barnafrádrátt fyri. Tá er lætt við eSkatt.fo
< Aftur til yvirlit
Eftirlønarfrádráttur
Á Framskundaðu Skattauppgerðini er eftirlønarfrádrátturin forprentaður, upplýsingarnar eru latnar TAKS frá føroyskum eftirlønarveitarum. Eru skeivleikar í forprentaða eftirlønarfrádráttinum, skal eftirlønarveitarin boða TAKS frá neyðugum rættingum.
Inngjald til kapitaleftirløn, lutaeftirløn og lívrentu kann dragast frá skattskyldugu inntøkuni. Tó er hámarkið kr. 50.600 fyri gjald til kapitaleftirløn. Hámarkið fevnir um bæði arbeiðsgevara gjald og egið gjald, eins og gjald til bæði føroyskan og útlendskan eftirlønarveitara.
Eftirlønarfrádráttur fyri útlendska kapitaleftirløn, lutaeftirløn og lívrentu, skal fráboðast á reyða Fylgiskjalinum til Sjálvuppgávuna. Frádrátturin fyri føroyska eftirløn er forprentaður á Framskundaðu Skattauppgerðina.
Neyðugt er at kannað eftir, at føroyska og útlendska kapitaleftirlønin tilsamans - bæði egið gjald og arbeiðsgevara gjald - ikki fara upp um hámarkið, sum er kr. 50.600.
< Aftur til yvirlit
Inntøka, ið stavar frá eftirløn
Eftirløn frá útlandinum og goldin skattur skal uppgevast á reyða Fylgiskjalinum til Sjálvuppgávuna.
Eftirløn frá Danmark er bert skattskyldug í Føroyum, og eingin skattur skal sostatt gjaldast til Danmark.
< Aftur til yvirlit
Avgjaldsskyldug eftirløn
Tað er skylda hjá eftirløntakara sjálvum, at rinda avgjald í Føroyum av eftirløn, ið er útgoldin frá Danmark, uttan avgjald.
< Aftur til yvirlit
