Sjalvuppgava
- Vinnurekandi
- Kapitalvinningssjálvuppgávan
- Fylgibræv til Sjálvuppgávuna
- Uttanlandsinntøka
- Frí ferð og aðrir ágóðar
- Barnafrádráttur
- Eftirlønarfrádráttur
Øll, sum fáa Sjálvuppgávu, skulu lata hesa inn aftur til TAKS – kunna teg um innlatingarfreistirnar.
Vinnurekandi
Tann grøna Sjálvuppgávan skal latast inn aftur til TAKS.
Innlatingarfreistin er 3. mai 2010.
B-inntøka
Ert tú vinnurekandi, men ikki hevur nakað v-tal, hevur tú móttikið eina grøna Sjálvuppgávu. Roknskapur skal fylgja við, tá Sjálvuppgávan verður latin innaftur – eisini um roknskapurin er kr. 0.
V-tal
Sjálvuppgávankann latast inn um eskatt.fo, og roknskapurin heftast við sum fíla.
Ognaruppgerð
Hevur tú í 2009 havt eitt v-tal, so hevur tú eisini fingið eina Ognaruppgerð. Ognaruppgerðin skal kannast og møguligar broytingar gerast, áðrenn hon verður latin TAKS. Ognaruppgerðin kann ikki latast inn um eSkatt.fo, men hon kann sendast á 2009@taks.fo, ella sum vanligt bræv.
Vinningur
Vísir ein roknskapur vinning, skal upphæddin setast í teig 240.
Inntøka av virksemi uttanlands skal setast í teig 725 á reyða Fylgiskjalinum til Sjálvuppgávu 2009.
Hall
Vísir roknskapurin hall, skal upphæddin setast í teig 340, um talan er um vinnuligt virksemi.
Hall av virksemi uttanlands skal upplýsast í teig 725 á reyða Fylgiskjalinum til Sjálvuppgávu 2009.
Ítriv – uttan frádráttarrætt
Hall av ítrivi ella hjávinnu, sum ikki verður mett vinnuligt, skal upplýsast í teiginum “hall uttan frádráttarrætt”.
Ítriv - inntøka
Yvirskot av ítrivi ella hjávinnu skal upplýsast í teigi 240.
Sjálvuppgávan kann latast inn um eSkatt.fo og roknskapurin heftast við sum fíla.
Uttanlandsinntøka – roknskapur
Er talan um inntøku uttanlands, kann Sjálvuppgáva, Ognaruppgerð, Fylgiskjal og roknskapur sendast inn á 2009@taks.fo ella við vanligum posti.
< Aftur til yvirlit
Inntøka av húsaleigu
Hevur tú árini frammanundan havt inntøku av húsaleigu, fært tú eina grøna Sjálvuppgávu. Sjálvuppgávan skal latast inn aftur til TAKS.
Innlatingarfreistin er 3. mai 2010.
Tað eru tveir mátar at gera upp inntøku av húsaleigu – antin við roknskapi ella sum bruttoinntøka.
Húsaleiga gjørd upp við roknskapi
Verður inntøkan av húsaleigu gjørd upp við roknskapi, og roknskapurin vísir vinning, skal upphæddin setast í teig 230.
Inntøka av húsaleigu uttanlands skal setast í teig 720 á reyða Fylgiskjalinum til Sjálvuppgávu 2009.
Vísir roknskapurin hall, skal upphæddin setast í teig 330, um talan er um vinnuligt virksemi.
Hall av húsaleigu uttanlands skal upplýsast í teig 720 á reyða Fylgiskjalinum til Sjálvuppgávu 2009.
Verður inntøkan av húsaleigu gjørd upp við roknskapi, skal roknskapurin fylgja við, tá ið Sjálvuppgávan verður latin inn.
Um talan einans er um inntøku í Føroyum, kann Sjálvuppgávan latast inn um eSkatt.fo, og roknskapurin skal heftast við sum fíla.
Er talan um inntøku uttanlands, kann Sjálvuppgáva, Fylgiskjal og roknskapur sendast til TAKS á 2009@taks.fo ella við posti.
| Dømi: Húsaleigu roknskapur |
Útrokning | Upphædd |
| Inntøka á Kr. 5.000,00 |
12 x Kr. 5.000,00 | Kr. 60.000,00 |
| Brunatrygging | Kr. -1.500,00 | |
| Oljufýrviðlíkahald |
Kr. -500,00 | |
| * eigari fær ikki rentustuðul |
Rentur | Kr. -20.000,00 |
| Úrslit |
At skatta | Kr. 38.000,00 |
Úrslitið verður skatta eins og vanlig inntøka. Tað merkir, at skattaprosentið er tengt at inntøkuviðurskiftinum annars.
Bruttoskattur av húsaleigu á 25 %
Tá verður bruttoinntøkan av húsaleiguni upplýst, útleigarin fær ein frádrátt á max. kr. 24.000, og so verður úrslitið bruttoskattað við 25%.
| Dømi: Húsaleiga |
Útrokning | Upphædd |
|
Leiga á Kr. 5.000,00 |
12 x Kr. 5.000,00 | Kr. 60.000,00 |
| Frádráttur | Kr. -24.000,00 | |
| Netto | Úrslit at skatta | Kr. 36.000,00 |
| -25% í skatti | Skattur gjaldast |
Kr. 9.000,00 |
Treytin fyri at geva upp skatt av leiguinntøku á hendan hátt er, at talan er um inntøku av húsaleigu frá bústaði. Bert tann parturin av inntøkuni, sum fer upp um kr. 24.000, verður skattaður. Sostatt er ikki møguligt at fara undir kr. 0.
Inntøka av húsaleigu uttanlands kann ikki gevast upp við bruttoskatti.
< Aftur til yvirlit
Kapitalvinningssjálvuppgávan
Tá tú hevur fingið eina grøna Sjálvuppgávu, er Kapitalvinningssjálvuppgávan partur av Sjálvuppgávuni. Upplýsingar viðvíkjandi kapitalvinningi eru á baksíðuni – K-teigarnir.
Tann upplýsing, sum TAKS hevur fingið frá peningastovninum, er forprentað á Kapitalvinningssjálvuppgávuni.
Tað kann verða upplýsing um rentuinntøkur, vinningsbýti og skatt av hesum. Forprentaða upplýsingin skal eftirhyggjast. Hevur tú til dømis í árinum avhendað virðisbrøv/partabrøv, skal vinningur ella tap av hesum upplýsast. Um tú hevur tikið lán til keyp av partabrøvum, skal møgulig rentuútreiðsla upplýsast eins og møguligt hall frá eldri árum.
< Aftur til yvirlit
Fylgibræv til Sjálvuppgávuna
Um tú á Sjálvuppgávuni hevur upplýsingar um eftirløn, ella um tú á Sjálvuppgávuni hevur upplýsingar um vinningsbýti, so hevur tú eisini fingið eitt Fylgibræv.
Á Fylgibrævinum er upphæddin, sum tín arbeiðsgevari hevur goldið til samlagstrygging av óskattaðum peningi, útgreinað. Hendan upphæddin er skattskyldug og er hon tí tikin við á Sjálvuppgávuni.
Inngjøld til eftirløn eru greinað á Fylgibrævinum. Á Fylgibrævinum stendur eisini um arbeiðsgevarin ella løntakarin hevur goldið eftirlønina.
Um løntakarin hevur goldið til eftirlønina, verður upphæddin flutt á Sjálvuppgávuna, í teig 310. Upphæddin gevur rætt til skattafrádrátt – tó í mesta lagi kr. 50.600.
Um tú hevur virðisbrævagoymslu í einum føroyskum peningastovni og hevur fingið vinningsbýti frá føroyskum ella útlendskum felag í 2009, verður hetta upplýst í Fylgibrævinum.
Er útgoldið vinningsbýtið frá føroyskum felag, er hetta sett í teig K5 á Kapitalvinningsuppgerðini.
Er útgoldið vinningsbýtið frá útlendskum felag, er hetta sett í teig K6 á Kapitalvinningsuppgerðini.
Goldin skattur av vinningsbýti frá føroyskum felag verður settur í teig K21 á Kapitalvinningsuppgerðini.
Goldin skattur av vinningsbýti frá útlendskum feløgum verður settur í teig K22 á Kapitalvinningsuppgerðini
Legg til merkis! Hóast goldin skattur av vinningsbýti frá útlendskum felag er hægri enn 15%, so kunnu bert 15% dragast frá á Kapitalvinningsuppgerðini. Eftir umsókn til útlendska skattavaldið – blankett – til at fáa munin endurgoldnan. Nærri vegleiðing til hetta fæst frá peniningastovnunum ella frá TAKS.
< Aftur til yvirlit
Uttanlandsinntøka
Um tú hevur fingið eina grøna Sjálvuppgávu 2009, og tú hevur uttanlandsinntøku og uttanlandsfrádráttir at fráboða, skalt tú heinta reyða Fylgiskjalið til Sjálvuppgávuna 2009. Tú finnur Fylgiskjalið her.
Innlatingarfreistin er 3. mai 2010.
Send Sjálvuppgávuna og Fylgiskjalið í fílu til 2009@taks.fo, ella til: TAKS, Kvíggjartún 1, Postrúm 2151, 165 ARGIR
Tú hevur fingið Sjálvuppgávu sendandi, um tú undanfarin ár hevur fráboðað uttanlandsinntøku á Sjálvuppgávuni, ella um tú hevur fyribilsskrásetta uttanlandsinntøku.
Skjalprógv fyri uttanlandsinntøku, fríar ágóðar, goldnan skatt og dagatal til arbeiðis í útlandinum skulu leggjast við.
Eftirløn til eftirlønarveitara uttanlands skal eisini skjalprógvast – á próvnum skal síggjast, hvat slag av eftirløn talan er um.
Stavar uttanlandsinntøkan frá fleiri ymiskum londum, skal eitt Fylgiskjal til Sjálvuppgávuna útfyllast fyri hvørt land sær.
Frádráttur fyri goldnan skatt í útlandinum er tengdur at bæði inntøkuslagi og av hvørjum landi skatturin er goldin til.
Tíðarskeiðið, sum inntøkan er vunnin í, skal altíð uppgevast.
Alt eftir inntøkuslagnum, skal inntøkan útgreinast í teigunum 700 – 780.
Vegleiðing til at geva upp skatt 2009 svarar flestu spurningum til Sjálvuppgávuna. Í vegleiðingini er frágreiðing til hvønn einstakan teig. Vegleiðingin sæst her.
Fremmant gjaldoyra
Uttanlandsinntøka, fríir ágóðar, goldin skattur í útlandinum og gjald til eftirløn skal gevast upp í fremmandum gjaldoyra. Ein miðalkursur verður nýttur til kursumrokning. Um miðalkursurin ikki skal nýtast til kursumrokning, er gjørligt at leggja dagskursin fyri hvørja lønútgjalding sær, við.
Samdøgursfrádráttur
Til at gera upp samdøgursfrádráttin, skal dagatali gevast upp. Íroknað í dagatalinum eru dagar í arbeiðsørindum uttanlands og ferðadagar til og frá arbeiðstaðið.
Dagatal uttanlands skal skjalprógvast við árslønarseðli og viku- ella mánaðaravrokning
Sí annars Kunngerð um samdøgursfrádrátt her.
< Aftur til yvirlit
Frí ferð og aðrir ágóðar
Frí ferð og aðrir ágóðar skulu gevast upp. Um útlendski arbeiðsgevarin rindar fyri tína ferð millum bústaðin og arbeiðsplássið í útlandinum, er hetta at rokna sum fríur ágóði.
Hevur arbeiðsgevarin goldið, sæst hetta møguliga á lønarseðlunum.
Um onki stendur á lønarseðlunum, er skjalprógv fyri gjald fyri ferðing, nóg gott skjalprógv fyri, at tú ikki hevur frían ágóða.
< Aftur til yvirlit
Barnafrádráttur
Foreldur við fullari skattskyldu og føstum tilhaldi í Føroyum, og sum hevur foreldramyndugleika yvir barni, hevur rætt til barnafrádrátt fyri barn, ið ikki er fylt 18 ár innan 1. januar 2009.
Um barnið ikki býr hjá tí persóni, sum hevur foreldramyndugleika, kann barnafrádrátturin veitast tí persóni, sum hevur barnið búgvandi.
Barnafrádrátturin dettur burtur, tá barnaverndarnevnd hevur tikið umsorgan av barninum.
Hjá sambúgvandi hjúnum er barnafrádrátturin hjá manninum, um tey í felag ikki hava avgjørt annað.
Skal barnafrádrátturin flytast, skal skrivlig umsókn latast TAKS. Umsóknin skal vera undirskrivað av báðum pørtum.
Um tú ert skrásett/ur við barnafrádrátti, er p-talið hjá barninum/børnunum forprentað á Sjálvuppgávuni.
Um børn mangla á Sjálvuppgávuni, ella um børn eru skrásett, sum tú ikki hevur rætt til barnafrádrátt fyri, skalt tú lata Sjálvuppgávuna inn við p-talinum hjá barni ella børnum, sum tú hevur rætt til barnafrádrátt fyri. Tá er lætt við eSkatt.fo.
< Aftur til yvirlit
Eftirlønarfrádráttur
Á Sjálvuppgávuni er eftirlønarfrádrátturin forprentaður, upplýsingarnar eru latnar TAKS frá føroyskum eftirlønarveitarum.
Sí Fylgibræv, har eftirlønarfrádrátturin er útgreinaður.
Eru skeivleikar í forprentaðu eftirlønarfrádráttinum, skal eftirlønarveitarin boða TAKS frá neyðugum rættingum.
Hámarkið fevnir um bæði arbeiðsgevara gjald og egið gjald, eins og gjald til bæði føroyskan og útlendskan eftirlønarveitara.
Eftirlønarfrádráttur fyri útlendska kapitaleftirløn, lutaeftirløn og lívrentu skal fráboðast á reyða Fylgiskjalinum til Sjálvuppgávuna.
Frádrátturin fyri føroyska eftirløn er forprentaður á Sjálvuppgávuni.
Neyðugt er at kanna eftir, at føroyska og útlendska kapitaleftirlønin tilsamans - bæði egið gjald og arbeiðsgevara gjald - ikki fara upp um hámarkið, sum er kr. 50.600.
< Aftur til yvirlit
Inntøka, ið stavar frá eftirløn í útlandinum
Eftirløn frá útlandinum og goldin skattur skal uppgevast á reyða Fylgiskjalinum til Sjálvuppgávuna.
Eftirløn frá Danmark er bert skattskyldug í Føroyum, og eingin skattur skal sostatt gjaldast til Danmark.
< Aftur til yvirlit
Avgjaldsskyldug eftirløn
Tað er skylda hjá eftirlønartakaranum sjálvum, at rinda avgjald í Føroyum av eftirløn, ið er útgoldin frá Danmark, uttan avgjald.
< Aftur til yvirlit
